Í morgin, hóskvøldið 30. oktober, verður fyrilestur í Miðlatúni við norskum pari, sum í løtuni er í Vági.
Hetta í samband við listaverkætlanir í FabLab og á Vágs havn.
Vágs kommuna skrivar, at Sonja (32) og Anders (36) koma frá lítlu oynni Træna, sum liggur í Norðurnoregi. Sonja er uppvaksin á oynni, meðan Anders flutti har til fyri nøkrum árum síðani.
Træna er millum annað kent fyri at hava eina góða og gamla fiskivág.
Í Træna kommunu búgva í dag umleið 450 fólk, og tí at oyggin og økið kring Træna hava verið fólkaði í 9.000 ár, verður vágin kalla elsta fiskivágin í Norra.
- Her hevur altíð verið fiskivinna og landbúnaður, men eins og í mongum øðrum smáum útjaðarasamfeløgum eru stórar broytingar farnar fram seinnu 100 árini. Nú eru tað laksavinna, tónleikafestivalar, ferðamannaskip og luksushotell, sum seta nýggjan dám á oynna.
![]()
Træna liggur í Helgeland
Á framløguni í Miðlatúni fara Sonja og Anders at greiða frá lívinum og menningini á Træna – okkurt, sum nógv í Vági, og í Føroyum, kanska kunnu kenna seg aftur í, skrivar vagur.fo.
Fyrilesturin byrjar klokkan 20.00 og er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald