Frá leygardegnum: Sigla og koyra sambært vanligari ferðaætlan

Smyril sigur tó ikki fyrsta túrin av Havnini, og ferðafólkatalið verður framvegis avmarkað - serliga hjá Bygdaleiðum. Boðast skal frá kvøldið fyri, um ein skal koyra við

Tilkalliskipanin verður skift út við eina fyribils tilmeldingarskipan og bert níggu fólk sleppa í stóru bussarnar samstundis (Mynd: Sverri Egholm)

Tilkalliskipanin verður skift út við eina fyribils tilmeldingarskipan og bert níggu fólk sleppa í stóru bussarnar samstundis (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-06 07:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandfaraskip Landsins hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at frá leygardegnum 9. verða brotyingar: Í høvuðsheitinum sigla allar Oyggja- og Bygdaleiðir sambært "vanligari" ferðaætlan, men talið av loyvum ferðafólkum verður framvegis avmarkað.

Oyggjaleiðir

Allar Oyggjaleiðir fara frá leygardegnum at sigla sambært “vanligari” ferðaætlan. Leið 7 siglir tó ikki fyrsta túrin kl 07:00 úr Havnini men byrjar at sigla av Krambatanga kl 09:30. Ferðafólkatølini verða framvegis avmarkaði, og tilmæli um frástøðu skulu haldast. 

Bygdaleiðir

Frá leygardegnum 9. mai verða Bygdaleiðir eisini settar til “vanliga” ferðaætlan. Tó sleppa bara:
- 9 ferðandi við stóru bussunum
- 5 ferðandi við miðalstóru bussunum
- 3 ferðandi við lítlu bussunum

Tilkalliskipanin verður skift út við eina tilmeldingarskipan, soleiðis at bara ferðandi, sum hava melda seg til eina leið dagin áðrenn klokkan 19:00, sleppa við bussunum dagin eftir

Til ber at síggja einstøku ferðaætlanirnar á ssl.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder