Mentan

Frændur á Tórsfest

– Vit kenna løgini Føroyar, Eros, Mítt Land, Uttanumtos, Sangur til frælsi, Lívsmynd, 80’ini, Hundurin brúni og øll hini, og gleða okkum til Frændur fara at yvirtaka Havnargøtur 26. juli 2024

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-06-20 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frændur hava verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkum í Føroyum, síðan teir góvu út fyrstu LP-plátu teirra ‘Saman Við Tær’ í 1984, og í summar verður bólkurin at hoyra á Tórsfest í Havn.

Tað boða fyriskiparar frá í dag.

Teir koma úr Klaksvík. Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men kjarnin hevur altíð verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe. Umframt frá Frændur, kenna vit teir í dag eisini sum dugnaligar einstaklingar, ið allir hava givið út løg hvør sær.

Flestu føroyingar munnu hava minnir um hugnaligar løtur, har sangir frá Frændum hava verið partur av løtuni, antin á konsertpallinum, í útvarpinum ella saman við einum kassaguittara og felagssangi. Tað góða lagið fer ongantíð av móta og tað hava Frændur prógvað, nú teir í fýra áratíggju hava givið út løg omaná løg, ið nærum eru vorðin fólkaogn.

Vit kenna løgini Føroyar, Eros, Mítt Land, Uttanumtos, Sangur til frælsi, Lívsmynd, 80’ini, Hundurin brúni og øll hini, og gleða okkum til Frændur fara at yvirtaka Havnargøtur 26. juli 2024, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder