
Fleiri nýggj andlit eru at síggja í Tórshavnar býráð. Tað merkir so eisini, at nøkur takkaðu fyri seg, tá ið nýggja býráðssetan byrjaði eftir ársskiftið.
Í gjár var móttøka á ráðhúsinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, takkaði fráfarnu býráðslimunum fyri trúgva tænastu í Tórshavnar býráð.
- Tit fáa hetta heiðursbrævið fyri tykkara lut í at gera Tórshavnar kommunu til eina kommunu við trivnaði og framburði, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Sjey av teimum, ið vóru í býráðnum í seinastu setu, eru ikki í býráðnum hesuferð.
Bjørghild Djurhuus, Bergun Kass, Bogi Andreasen, Halla Samuelsen og Turid Horn vóru til móttøkuna. Marin Katrinu Frýdal og Helenu Dam á Neystabø bórust frá at møta.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald