Innanlands

Fráfaringarløta fyri Hans Paula Joensen

Í sambandi við at Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, fer frá fyri aldur, verður almenn fráfaringarløta í Kongshøll 22. juni

2023-06-17 15:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya: Í sambandi við at Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, fer frá fyri aldur, verður almenn fráfaringarløta í Kongshøll 22. juni klokkan 15.

Hans Pauli Joensen byrjaði sum adjunktur á Náttúruvísindadeildini í 1982, har hann fimm ár seinni, í 1987, bleiv deildarleiðari. Nøkur ár seinni, í 1993, bleiv Hans Pauli lektari, og í 2012 tók hann við sum ovasti leiðari á Náttúruvísindadeildini sum dekanur. Hetta starv hevur hann røkt til nú. Eisini hevur Hans Pauli Joensen verið vararektari á Setrinum.

Nú Hans Pauli Joensen leggur frá sær eftir at hava virkað og givið Náttúruvísindadeildini gott íkast í ein mansaldur, vilja tey á Fróðskaparsetrinum takka honum og siga farvæl við eini almennari fráfaringarløtu í Kongshøll, har høvi verður at fáa eitt gott prát og okkurt gott ábit.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder