2023-06-19 15:50
Fríggjadagin 16. juni var fráfaringarsamkoma fyri læraranum Sverra Kass.
Hetta var í sambandi við, at hann eftir 30 ár sum lærari í Stranda skúla, umframt fýra ár, har hann hevur roynt ymiskt annað, hevur valt at gevast.
Sverri bleiv útlærdur lærari í 1989, og byrjaði tá sum lærari í Stranda skúla, skrivar Sjóvar kommuna.
– Sjóvar kommuna takkar Sverra hjartaliga fyri tíðina, hann hevur undirvíst, og alt tað góða hann hevur lagt í børnini í skúlanum. Honum verður ynskt blíðan byr víðari á lívsleiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald