Tá franski forsetin, Emmanuel macron vitjaði í Grønlandi síðsta summar boðaði hann frá ætlanum um at lat aupp eitt franskt aðalkonsulát í Nuuk, og nú boðar franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Noël Barrot frá, at ætlanin er at lata upp 6. februar.
Konsulátið skal styrkja samstarvið millum londini.
Seinastu tíðina hevur amerikanski forsetin, Donald Trump endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland. M.a. hevur hann sagt, at USA eigur at USA hevur tørv á Grønlandi av trygdarávum.
Franski uttanríkismálaráðharrin sigur, sambært Ritzau, at talan er um avnoyðslu.
– At leypa á ein annan Nato-lim gevur ikki meining. Tað hevði harvið verið í st´rið við áhugamálini hjá USA. Og tí skal hendan avnoyðslan sja´lvandi steðga, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald