Mánadagin verða summi av tiltøkunum, sum eru sett í verk í Fraklandi fyri at minka um smittuspjaðing, linkað.
Síðan 17. mars hava bert matvøruhandlar, apotek, tubakkshandlar, bankar og posthús verið opin. Fraklendingar kundu ikki fara út, uttan so at talan var um alneyðug ørindi. Tó var loyvt at fara út at røra seg í ein tíma um dagin.
Í Fraklandi hevur mann nú, hóast tey eru millum harðast raktu londini í Evropa, tikið avgerð um at linka tilmælini frá mánadegnum av.
Frá í morgin av sleppa fraklendingar aftur at uppihalda seg uttandura, og børn í barnagarði og yngstu skúlaflokkunum sleppa aftur á stovn. Flestu handlarnir í landinum sleppa eisini at lata upp.
Tó er framvegis bannað at savnast í bólkum við fleiri enn tíggju. Hetta forboðið verður galdandi til 1. juni, og møguliga verður tað longt. Skeinkistøð og matstovur sleppa í fyrsta lagi at lata upp aftur síðst í mai.
Sambært Ritzau eru deildar meiningar um hetta nýggja stigið í upplatingini.
Frakland hevur skrásett 176.658 tilburðir og 26.310 andlát sambært worldometers.info. Í Evropa er landið sostatt á einum 5. plássi, tá talan er um talið á tilburðum (Spania, Italia, Stórabretland og Russland liggja frammanfyri).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald