Fríggjadagin ógildaði amerikanski hægstirætturin eina avgerð frá 1973, sum gav kvinnum í øllum USA rættin til fosturtøku. Grundgevingin var, at rætturin til fosturtøku ikki er ein grundlógartryggjaður rættur, og liggur avgerðin nú aftur hjá teimum ymsu statunum.
Les eisini: USA: Fleiri statir til reiðar við nýggjum fosturtøkulógum
Men ein meiriluti í franska tjóðartinginum tekur nú undir við einum lógaruppskoti um at fáa rættin til fosturtøku grundfestan í fronsku grundlógini.
Aurore Berge, leiðari av tingbólkinum hjá flokkinum hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, segði leygardagin, at hon hevði lagt fram eitt uppskot, sum skal "festa virðing fyri fosturtøku í grundlógina".
Frakland fekk fría fosturtøku í 1975, og sambært Berge eigur mann at tryggja, at hetta ikki verður broytt, eins og í USA.
– Vit mugu taka stig í Fraklandi í dag, so vit ikki hava eina ógilding av verandi lógum í morgin, segði hon í samrøðu við franska útvarpið leygardagin sambært The Guardian.
Franski forsætisráðharrin, Elisabeth Borne sigur, sambært Ritzau, at franska stjórnin stuðlar hesum fullkomiliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald