Mentan

Framførdi fyri krúnprinsahjúnunum í serligum føroyskum búna

Danny Baldursson framførdi í bummull og silki

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-18 22:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Danny Baldursson saman við Danny & the Veetos framførdi fyri Fríðrikki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu til veitsludøgurðan í Norðurlandahúsinum 23. august, var tað í serligum føroyskum klæðum.

- Í longri tíð havi eg ynskt mær føroysk klæðir. Trupulleikin er, at eg toli ikki seyðaull, skrivar Danny Baldursson á Facebook í kvøld.

- Eg tosaði við Mirjam Carlsen á ólavsøku, um at eg ynskti mær føroysk klæðir til 23. august, tí vit í Danny & the Veetos vóru bjóðaðir at spæla í Norðurlandahúsinum fyri krúnprinsaparinum, og vit vildu fegnir allir vera í føroyskum klæðum, skrivar Danny Baldursson.

Mynd: Sverri Egholm

Mirjam Carlsen og dóttir hennara Laila Carlsen bjóðaðu sær til at gera honum klæðini úr bummull og silki.

- Tað høvdu tær ikki gjørt áður, so hetta var ein avbjóðing tær fegnar fóru í gongd við, sigur hann.

Og við hjálp frá Marjun Heimá og Niels L. Arge bleiv verkætlanin gjøgnumførd upp á einans 25 dagar, soleiðis at allir í bólkinum - í føroyskum klæðum - kundu hava eitt brak av einari framførslu til veitsludøgurðan, sum fall í góða jørð hjá krúnprinsaparinum.

Tað var ikki bara framførsluna, sum krúnprinsaparið dámdi. Danny Baldursson sigur seg hava frætt, at krúnprinsurin ynskir sær líka troyggju, sum hann til sín føroyska búna.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder