Landsbanki Føroya: Búskaparráðið hevur endurskoðað vøksturin í BTÚ fyri árini 2022 – 2024 vegna dagførd hagtøl. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mett at verða ávikavist 8,1% í 2022, 5,9% í 2023 og 1,4% í 2024.
Myndin niðanfyri vísir føroysku bruttotjóðarúrtøkuna í ávikavist leypandi og føstum prísum í tíðarskeiðinum 2008 – 2024. Uppgerðin er endalig fram til 2021, meðan BTÚ í leypandi prísum í árinum 2022-2024 eru metingar.
Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er í framgongd. Framleiðslan (BTÚ) er mett at veksa 5,9% í 2023, arbeiðsloysið er søguliga lágt, samlaðu lønarútgjaldingarnar eru veksandi, tal á fólki í starvi setur met, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald