Innanlands

Framløgu av fyrstu leiðslubókini á føroyskum

Bókin verður løgd fram seinnapartin í dag

2025-10-03 14:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag klokkan 17 verður bókaframløga í Rit og Rák í SMS av fyrstu leiðslubókini, sum er skrivað á føroyskum og úr føroysku mentanini.

At vera leiðari í einum lítlum samfelag, har øll kenna øll og skjótt er at vera úthongdur, tá okkurt miseyðnast er nakað av tí bókin viðgerð.

Eisini viðger bókin ta fløkju, sum ofta er á bygd har bæði familja og vinir arbeiða á sama arbeiðsplássi.

Tað mest serliga við bókini er, at hon viðgerð hugtøkini psykopati og empati á ein øðrvísi hátt enn vanligt.

Helgi Rasmussen sálafrøðingur hevur skrivað bókina.

Bókin er útgivin á forlagnum Sprotanum. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder