
Búskaparráðið hevur gjørt eina framrokning av, hvussu inntøkurnar og útreiðslurnar hjá kommunum vaksa fram til 2035, um ongar strukturellar broytingar fara fram. Framrokningin tekur serligt atlit til vaksandi talið á eldri fólki. Framrokningin vísir, at samlaða úrslitið hjá kommununum gevur eitt hall á nærum 90 mió. kr. í 2026, og eftir tað økist hallið á hvørjum ári fram til 2035.
Í framrokningini vaksa útreiðslurnar til eldraøkið í miðal 5% árliga fram til 2035. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá, at talið á fólki omanfyri 80 ár økist við umleið 45% næstu 10 árini og við teimum eisini tørvurin á eldratænastum. Aðrar útreiðslur vaksa áleið við somu ferð, sum inntøkurnar, ið er beint niðanfyri 2%.
Vøksturin í inntøkunum frá skattingini av eftirlønarinngjøldum hasar av í 2026 (tá verður eftirlønarprosentið 12%), og hareftir fara inntøkurnar frá hesum skatti bert at vaksa við lønargjaldingunum.
Eftir 2026 fer tað tískil at gerast alsamt tyngri hjá kommununum at fíggja og loysa kommunalu uppgávurnar orsakað av demografisku broytingunum, tí eldrarøktin, sum liggur hjá kommunum, fer at leggja trýst á fíggjarligu orkuna hjá kommununum.
Framrokning av kommunalu inntøkunum og útreiðslunum vísir, at samlaða úrslitið hjá kommununum gevur eitt hall á slakar 90 mió. kr. í 2026, og síðani økist hallið á hvørjum árið fram til 2035.
Búskaparráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald