Fyritøkan Framskák tekur nú eitt týðandi stig í menningini av KT- og tøkniloysnum til arbeiðsdagin.
Fyritøkan letur upp eitt nýtt og fullkomið showroom, har øll áhugað kunnu uppliva og royna heildarloysnir frá Framskák.
Nýggju hølini eru á Smyrilsvegi 10 í Havn, har málingahandilin hjá Fróða fyrr helt til. Í nýggju hølunum eru m.a. kunningarskíggjar, fundartøkni, arbeiðsstøðir og útgerð sett saman við denti á støðufesti og brúkaravinaligheit. Vitjandi fáa høvi at bæði síggja og royna, hvussu loysnirnar virka í veruleikanum.
- Vit uppliva, at kundar vilja royna loysnirnar heldur enn bara at síggja tær í einum katalogi, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri í Framskák.
- Við hesum styrkja vit okkara mál um at gerast miðdepil innan tøkni til arbeiðsdagin.
Í morgin, fríggjadagin 21. november klokkan 15 til 17 bjóðar Framskák til opið hús í nýggju hølunum, har vitjandi fáa høvi at síggja loysnir í verki, tosa við serkøn starvsfólk, njóta okkurt kalt at drekka og ábit og fáa serlig tilboð á degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald