Innanlands

Framsókn kann verða tveitt úr samgonguni

Og Miðflokkurin kann koma uppí, siga keldur hjá Dimmalætting. Forfólkini í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi vilja vera við, at tað ikki passar

Ruth Vang, Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal skrivaðu undir samgonguskjal beint fyri jól í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang, Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal skrivaðu undir samgonguskjal beint fyri jól í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-27 23:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Okkurt bendir á, at poltikarar í samgonguni royna at kanna møguleikarnar fyri at skipa samgonguna eitt sindur øðrvísi, um politiska kabalin ikki skuldi gingið upp í heyst, tá fíggjarlógin skal leggjast fram.

Hetta skrivar Dimmalætting á heimasíðuni.

Sambært keldum hjá Dimmalætting, sum eru uppi í málinum, hevur samskifti verið ímillum politikarar úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi øðrumegin, og Miðflokkin hinumegin. Endamálið er at fáa Miðflokkin upp í samgonguna, men enn er eingin ítøkilig niðurstøða.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, tvíhalda um, at einki er í umbúna. Heldur ikki Jenis av Rana vil gera viðmerkingar til Dimmalætting.

Um Miðflokkurin fer upp í samgonguna, krevur tað, at etisk mál verða løgd til síðis.

Val skal í seinasta lagi vera í desember 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder