Innanlands

Framsókn leggur fram uppskot um samskipaða virkisætlan fyri føroyskt mál

– Arbeiðið við einum tjóðarmáli verður ongantíð liðugt, og í hesum døgum sæst týðiliga, at føroyska málinum tørvar eina savning á politiskum stigi

Bjarni K. Petersen og Ruth Vang (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni K. Petersen og Ruth Vang (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-24 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í eina tíð hevur Framsókn fyrireikað eitt uppskot at leggja fyri løgtingið um samskipað átøk fyri føroyskt mál, og tað uppskotið verður nú borið í tingið, boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi.

– Føroyskt mál er eitt fulltikið tungumál, sum hevur vunnið sær sæti á fleiri týdningarmiklum samfelagsøkum, síðani tilvitið um málið, sum livdi á mannamunni í Atlantshavsoyggjunum, vaks fram. Tó hevur Føroya løgting ongantíð samtykt, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum og almenna málið. Heldur ikki er full politisk ábyrgd tikin á týðandi økjum, so sum innan málrøkt, at røkta Móðurmálsorðabókina, innan máltøkni, av forritum til rættstaving og málfrøðiliga hjálp, av Málráðnum, gransking í føroyskum máli, skúlabókasøvnum, av at týða nóg mikið av lesitilfari til føroyskt o.s.fr.

– Arbeiðið við einum tjóðarmáli verður ongantíð liðugt, og í hesum døgum sæst týðiliga, at føroyska málinum tørvar eina savning á politiskum stigi, so vit gera tað, sum skal til fyri at tryggja føroyskum sítt rætta pláss í øllum høpum í samfelagnum, eins og tryggja at føroyskt í framtíðini verður verðandi høvuðssamskiftismál í Føroyum, skrivar flokkurin. 

– Tá ið hugsað verður um, hvussu stórt virði okkara mál hevur, hvussu týdningarmikil mentanarberi tað er, og hvussu gott prógv tað er um okkara tjóðskap, so eigur peningur flóta til átøk fyri føroyskt á sama hátt, sum vit síggja hann fara til mong onnur samfelagsøki. Tá ið vit vita, hvussu skjótt peningurin ger mun á hesum øki, og hvussu nógv vit fáa fyri peningin, tá ið vit raðfesta føroyskt mál, so eigur Føroya løgting at kunna semjast um eina samskipaða ætlan, siga uppskotstillarar, Bjarni K. Petersen og Ruth Vang, tingfólk fyri Framsókn.

Tørvurin at samskipa átøk fyri føroyska málið – innan orðabókarøkt, undirvísing, mentan, bókmentir, tøkni, forrit, miðlar o.a. – er stórur. Tí leggur Framsókn nú fram uppskot fyri løgtingið um samskipandi átøk og raðfestingar fyri føroyskt mál á ymsu samfelagsøkjunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder