Innanlands

Framsókn setir krøv til valevnini

Sólvit Nolsøe tekur ikki undir við politikki floksins um fosturtøku, og stillar tí ikki upp aftur til komandi val. Hanna Jensen skýggjar fjølmiðlarnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-09 17:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flokkurin Framsókn er, í sambandi við landsfundin, sum var fyri tveimum vikum síðani, farin ígjøgnum eina uppgerð við fólkini, sum eru ímóti fosturtøku.

Tí nú verður lagt upp til, at valevni floksins til komandi løgtingsval skulu ganga við til ætlanina hjá flokkinum um at broyta lóggávuna um fosturtøku.

Tað var ein álvarsligur smeitur fyri flokkin, tá tvey av trimum tingfólkum – Sólvit Nolsøe og Hanna Jensen – atkvøddu ímóti uppskotinum, sum egni landsstýrismaður floksins, Bjarni Kárason Petersen, legði fyri tingið.

Hetta fekk øði í stovnaran av flokkinum, Poul Michelsen, sum segði seg skammast av flokkinum, sum hann var við til at stovna. Hann segði tá við Frihedsbrevet, at “hetta tekur sjálvt grundarlagið undan Framsókn”.

- Um Framsókn ikki verjir persónliga frælsið, so kunnu tingfólk í Framsókn akkurát tað sama melda seg inn í Fólkaflokkin. Hetta er ikki tann flokkurin, sum vit stovnaðu, segði Poul Michelsen tá.

Nú tykist sum um at Framsókn hevur funnið eina bleyta lending. At síggja til skulu veljarar floksins til komandi løgtingsval kunna stóla uppá, at flokkurin er á einum máli í spurninginum um fosturtøku.

Hetta hevur ført til, at Sólvit Nolsøe hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp til komandi løgtingsval. Sum avleiðing av hesum hevur hann eisini sagt seg frá sum formaður fyri tingbólkin hjá Framsókn.

Við útvarpið hjá Krinvarpinum segði Sólvit í gjár m.a., at hann annars er samdur við flokkin í 99 av 100 málum, at hann heldur fram við arbeiðinum á løgtingi og at hann ongar ætlanir hevur um at melda seg úr flokkinum. Men sum treytirnar er nú, kann hann ikki stilla upp fyri flokkin til næsta løgtingsval.

Meira ivasamt er tað við Honnu Jensen, sum tykist ikki vera sinnað til at svara almenninginum upp á spurningar um hennara viðurskifti við Framsókn.

Hanna Jensen var annars við til at stovna Framsókn saman við Poul Michelsen í 2011. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder