Innanlands

Framsóknarkvinna: - Rætturin til lívið kemur frammum persónliga frælsi í hesum førinum

Hanna Jensen er ikki samd við uppskotstillaranum úr egna flokki í fosturtøkumálinum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2025-09-30 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hanna Jensen dregur ikki somu linju sum floksfelagarnir Árni M. Dam og Karlot Hergeirsson í málinum um fosturtøku.

-  Rætturin til lívið kemur frammum persónliga frælsi í hesum førinum, staðfesti Hanna Jensen á tingsins røðarapalli í kvøld.

Í fjør atkvøddu tvey av trimum tingfólkum hjá Framsókn ímóti fosturtøkuuppskotinum hjá egna landsstýrismanni.

Hanna Jensen og Sílvit Nolsø trýstu á nei-knøttin, og varð hetta avgerandi partur av, at tað stóð 15-15, og at uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen fall.

Tá Sólvit Nolsø fór úr politikki seint í summar varð greitt, at "gróðarlíkindi" vóru fyri at bera uppskotð frama aftur. Hetta tí at varamaðurin Árni M. Dam er fyri fosturtøkuuppskotinum.

Tað gjørdi hann eisini greitt, tá hann tók orðið fyrr í kvøld. Árni M. Dam er á somu linju sum floksfelagin og uppskotstillarin fyri Framsókn, Karlot Hergeirsson: Tað skal vera kvinnan og ikki læknin, sum skal hava avgerðarættin.

[object Object]
Hanna Jensen dregur ikki somu linju sum Árni M. Dam og Karlot Hergeirsson (Myndir: Jens Kr. Vang)

Hanna Jensen er einasta tingkvinnan hjá Framsókn, og hon hevur ikki broytt hugsan í málinum - heldur ikki eftir at Ruth Vang eftir hendingina í fjør hevur "strammað" linjuna.

-  Rætturin til lívið kemur frammum persónliga frælsi í hesum førinum, staðfestir framsóknarkvinnan.

Hanna Jensen segði á tingsins røðarapalli, at lívið er grunnleggjandi - allan vegin. Hetta er ikki nakað, sum hon kann standa inn fyri, at man fer og ger nakað við; hóast man gongur inn fyri kvinnurættindum.

Tað vera tríggjar nei-atkvøður úr samgonguni. Hetta er greitt longu undir fyrstu viðgerð. Umframt Hannu Jensen hevur Jóannis Joensen verið á tingsins røðarapalli og staðfest sína støðu, sum hann hevði í fjør eisini. Javnðarfloksfelagin Henrik Old fer ikki at broyta hugsan heldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder