Mentan

Framsýning og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya

Frá klokkan 16 í dag verður framsýning av handarbeiði, mótashow, café og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya

2024-02-13 14:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða liðugt og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.

Framsýning í ár verður eitt sindur øðrvísi. Sum nakað nýtt verður livandi verkstaður, har møguleiki er at síggja næmingar gera ymisk handaligt arbeiði. Á framsýningini fara næmingarnir at skipa fyri eina mótasýning við klæðum frá frá Bláa Krossi.

Áhugin fyri endurnýtlsu og matoyðsl er alsamt vaksandi og er hettar eisini nakað, sum Húsarhaldsskúlin varpar ljós á. Við endurnýtslu fáa klæðini nýtt og longri lív. Við at endurnýta eru vit eisini við til at hjálpa hvør øðrum og kunnu læra at fegnast um, at onnur fáa gleði av tí sum vit ikki longur hava tørv á, og øvugt.

Paulina Eliasen læarari á skúlanum ferð at greiða um týdning av handarbeiði og hvussu vit vekja áhuga fyri handverkinum millum ung.

Á framsýningini verður høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa okkurt leskiligt undir góman afturvið einum góðum kaffimunni. Eisini er opið hús, har kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra kunnu fáa meira at vita um skúlan.

Framsýningin er opin frá kl. 16 til 21. Mótasýning er kl. 17, 19 og 20.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder