11 listafólk úr ListGraFo eru boðin at stilla út í væl kenda Grafiska Sällskapet í Hornsgatan mitt í Stockholm.
Nils Ohrt, listfrøðingur, hevur hjálpt nevndini í ListGraFo at velja út verkini og listafólkini.
Hesi listafólk eru sloppin við: Gunnleyg Durhuus, Edith Mørkøre, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Rannvá Holm Mortensen, Maria Luihn, Birgit Kirke, Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Michael Kjøller Jacobæus og Annika Arge Gregoriussen.
Tórshavnar Grafiski Verkstaður, eisini róptur ListGraFo, varð stovnaður seinast í 1980unum. Tórshavnar kommuna hevur stuðlað virkseminum har øll árini. Har kunnu bæði professionell og áhugalistafólk arbeiða við alskyns grafiskari tøkni. Annars hava grafikarar úr ListGraFo stillað út í Norðurlondum og aðrastaðni í Evropa í nógv ár.
Verkstaðurin heldur til í stórum og ljósum hølum í stovuhæddini í Finsen út móti Sjónleikarhúsinum. Tað er ein ikki-kommersiellur verkstaður við einum livandi og kveikjandi umhvørvi. Nógvir gestir, mest úr Norðurlondum, hava vitjað, arbeitt og stillað út har.
Listafelag Føroya ger eina ferð fyri limir sínar til Stockholm og verður hjá, tá ið framsýningin letur upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald