Innanlands

Framvegis bert tveir smittutilburðir

Eingin smitta varð funnin í teimum 888 kanningunum í gjár

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-05-18 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin varð kunngjørt á tíðindafundi, at tilmæli um sóttarhald eftir komu er tillagað, men at tað framvegis bert er møguligt at savna 500 fólk.

Dagin eftir varð ein nýggjur koronutilburður staðfestur, men dagin eftir fór talið av tilburðum niður á tveir, tí at fýra persónar vórðu staðfestir frískir.

Soleiðis er støðan framvegis. Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

888 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 260.878 kanningar.

670 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 667 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum, skrivar corona.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder