Fleiri enn 92.895 koronakanningar eru nú gjørdar í Føroyum. 1.102 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og millum tær varð eingin nýggj smitta funnin.
Sostatt er eingin smitta staðfest innanlands seinastu átta dagarnar.
Tó varð ein persónur staðfestur frískur í gjár, og sostatt eru 362 av teimum 411, ið hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, vorðin frísk aftur. Hetta merkir, at 49 fólk eru smittað í løtuni. 80 fólk eru eftir í sóttarhaldi – tíggju færri enn í gjár.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna, men eingin teirra liggur á intensivari deild, skrivar Heilsumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald