Innanlands

Framvegis eingin sigling til Nólsoyar

Óvist er, nær Jósup fer undir sigling um Nólsoyarfjørð. Nólsoyingar vístu sína ónøgd í gjár, og Hilmar Eliasen sigur við Kringvarpið í morgun, at fyribils verður eingin sigling, og at støðan skal eftirmetast

Fólk vóru til reiðar á kaiini í Nólsoy, tá Ternan kom út seinnapartin í gjár (Mynd: Torben Nielsen)

Fólk vóru til reiðar á kaiini í Nólsoy, tá Ternan kom út seinnapartin í gjár (Mynd: Torben Nielsen)

2019-09-02 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri viku síðani boðaði Strandfaraskip Landsins frá, at meðan Teistin verður á beding fyrstu vikurnar í september, skal Ternan røkja siglingina um Skopunarfjørð. Jósup skal eftir ætlan avloysa Ternuna á Nólsoyarleiðuni.

Les eisini: Teistin fer á beding - Ternan skal sigla um Skopunarfjørð

Hetta er als ikki farið væl niðurum hjá nólsoyingum, sum í juli vóru ónøgdir við, at Spógvin og Sildberin røktu leiðuna, meðan Ternan var á beding.

[object Object](Jósup, ið eftir ætlan skuldi byrja at sigla um Nólsoyarfjørð í morgun)

Í gjár silgdi Ternan fyri seinastu ferð, áðrenn hon skuldi avloysa Teistan. Tá Ternan kom út til Nólsoyar klokkan 16:40 bleiv skipað fyri einum mótmælistiltaki. Eini 200 til 300 fólk stóðu tá á keiini og mótmæltu, at Ternan aftur verður tikin frá nólsoyingum.

Les meira:  Nólsoyingar hertóku Ternuna
 
Endar vórðu bundnir fast í skipið, tá lagt varð at, og og innsiglingin varð stongd. Manningin umborð og Strandferðslan vildi ikki leggja rampuna niður. So var  bíðistøða, og ikki fyrrenn klokkan 21.30 sluppu tey ferðandi í land. 

[object Object]
(Mynd: Torben Nielsen) 

Í gjárkvøldið kunngjørdi SSL á heimasíðu sínari, at fyribils verður eingin sigling til Nólsoyar. Í morgun er støðan óbroytt. Stjórin Hilmar Eliassen sigur stutt við Kringvarpið, at Jósup ikki fer undir sigling, fyrrenn støðan er eftirmett. Manningin á Teistanum í gjár skal vera við til eftirmetinginga, og Hilmar Eliassen sigur, at trygdin hjá henni skal vera í lagi.

[object Object](Hilmar Eliasen (t.v) og rakstrarleiðarin Jóhan Petur Abrahamsen - Mynd: Sverri Egholm)

Løgreglan var eisini til staðar í Nólsoy í gjárkvøldið, og sum skilst tók hon nøvnini hjá mótmælisfólki og royndi at syrgja fyri, at Ternan slapp avstað aftur. Í morgun hevur løgreglan onga viðmerking til málið og vísir til Strandfaraskip Landsins.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder