2019 var metár hjá Vága Floghavn. Hetta var beint áðrenn, koronufarsóttin fór at órógva flogferðsluna.
Eftir tung ár í 2020 og partvíst 2021 kom verulig gongd á aftur í fjør, og í ár hevur talið av ferðandi um føroyska flogvøllin verið høg.
Kringvarpið skrivar í dag, at við framgongdini í fyrra hálvári, í mun til í 2019, verður ferðafólkmetið hjá Vága floghavn tikið í ár.
Hetta kann staðfestast, eftir at juni mánaði er av, og at fyrra hálvári nú er av. Tað vóru samanlagt 193.115 ferðafólk fyrstu seks mánaðirnar í ár. Hetta eru sløk fýra prosent - 3,8 prosent fleiri - enn í fyrra hálvári 2019.
Talið fyri juni mánaða 2023 var 46.106 ferðafólk. Hetta er átta prosent hægri enn fyri sama mánaða í 2019, skrivar KVF.
Vága floghavn roknar við 440.000 ferðafólkum í ár verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald