Føroyski búskapurin er komin væl fyri seg eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 5,4 prosent í 2022 og 5,8 prosent í 2021. Vøksturin er størri enn í flestu londum, vit vanliga sammeta okkum við, skrivar Hagstovan.
Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prístum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.
Framgongd í búskapinum
Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 5,4 prosent í 2022. Vøksturin er eitt tekin um, at føroyski búskapurin er komin fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Reali búskaparvøksturin hevur ligið millum 5 og 6 prosent bæði í 2021 og 2022.
Talan er um lutfalsliga stóran vøkstur, ið er nakað størri enn árligi miðalvøksturin í Føroyum seinastu tíggju árini á 3,4 prosent.
Til ber at sammeta realvøksturin í føroyska búskapinum við reala búskaparvøksturin í øðrum londum. Reali búskaparvøksturin á 5,4 prosent er størri enn hann var í hinum norðurlondunum í 2022, tó undantikið í Ísland, sum hevði ein enn størri vøkstur á 7,2 prosent.
Fyri árini 2020 til 2022 hevur reali búskaparvøksturin í Føroyum verið stívliga trý prosent í miðal. Árligi miðal realvøksturin hevur verið 2,3 prosent í Danmark somu árini, meðan Noreg og Svørvíki hava havt ein miðalvøkstur á næstan 2 prosent. Sveiggini í íslendska búskapinum hava verið størri. Árligi miðal realvøksturin hevur verið 1,5 prosent í Íslandi árini 2020 til 2022.
Hvaðani stavar vøksturin?
Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið býtt á yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2010 til 2022. Her sæst, hvussu stóra ávirkan broytingarnar í ymsu vinnugreinabólkunum hava á samlaðu árligu broytingina í virðisøkingini.
Flestu tænastuvinnurnar stóðu seg væl í 2022, og vakstrarískoytið hjá tænastuvinnunum var 1,9 prosent. Tað svarar til oman fyri næstan helmingin av broytingini í bruttovirðisøkingini í 2022.
Vakstrarískoytið frá tilfeingisvinnuni var 1,7 prosent í 2022. Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í 2022, meðan tøkan í alivinnuni minkaði eitt vet. Tilfeingisvinnan er tann vinnubólkur, ið vanliga sveiggjar mest. Framleiðsluvinnan hevur havt positivt vakstrarískoyti á 0,3 prosent í 2022.
Stórur prísvøkstur, serliga á matvørum og brennievni, hevur sett sín dám á 2022. Tað sæst aftur í, at bruttotjóðarúrtøkan mátað í ársins prísum vaks heili 9,5 prosent ella slakar 2,2 milliardir krónur. Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt næstan 25,2 milliardir krónur í 2022. Tað er 467.000 krónur fyri hvønn íbúgva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald