Eldri ferjuskipari: - Hekkuportrið var uppi og skalkað

Sigfríður Joensen úr Gøtu, sum hevur siglt nógv á Stórabelti, bæði sum skipari og stýrimaður, er sannførdur um at portrið á Galaxy var aftur, tá nógv umrødda myndin varð tikin

2025-12-03 12:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sigfríður Joensen úr Gøtu, sum nú er búsitandi í Korsør í Danmark, hevur í nógv ár siglt sum skipari og stýrimaður á ferjunum, sum sigldu um Stórabelt.

Hann hevur granskað myndina, ið verður brúkt sum prógv fyri, at Galaxy sigldi við opnum portri ta einuferðina millum Tórshavn og Krambatanga, eitt mál, sum enn ikki er liðugt viðgjørt.

Eftir at hava hugt gjølliga eftir myndini er Sigfríður sannførdur um, at skiparin á Galaxy hevur rætt, tá hann sigur, at alt var sum tað skuldi henda túrin, tá myndin er tikin.

Sigfríður sigur soleiðis:

- Hekkuportrið er uppi og skalkað, tað vil siga at tað er upp á pláss. Tað sæst, at weirurin er slakkur, og hetta er prógv um, at portrið er komið upp á pláss – tað hongur ikki weirinum. Tí er alt sum tað skal vera, og júst so sum skiparin sigur, sigur Sigfríður Joensen.

- Men har er ein arbeiðslúka, sum er opin. Hon er til vinstru fyri weirin og sjekilin, sum sæst á myndini. Henda lúkan er inni á portrinum, umleið 30 sentimetrar breið og um ein metur høg. Hon er á síðuni á portrinum og vendir inn móti skipssíðuni.

- Ljósið, sum sæst á myndini er inni á bildekkinum, altso tað kemur innanífrá, sigur Sigfríður Joensen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder