Uttanlands

Ísrael: Líkpartar eru ikki av deyðum gísla

Líkpartar, sum vórðu handaðir í gjár vóru ikki av einum gísla, sigur Ísrael, men í dag hevur Hamas handað enn eitt lík

Akfar hjá Reyða Krossi í Gaza (Mynd: EPA)

Akfar hjá Reyða Krossi í Gaza (Mynd: EPA)

2025-12-03 16:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin varð boðað frá, at Hamas hevði handað Reyða Krossi líkpartar av einum av tveimum gíslum, sum vóru eftir í Gaza, men talan er ikki um leivdir av nøkrum av gíslunum.

Tað sigur skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

Arbeiðið við at fáa gíslarnar heim steðgar ikki, áðrenn uppgávan er avgreidd. Tey skulu heim til eina rættiliga jarðarferð í teirra heimlondum, skrivar ísraelska forsætisráðharraskrivstovan sambært Ritzau.

Reyði Krossur handaði ísraelum leivdirnar sum síðani vórðu kannaðar av rættarlæknum.

Mikudagin boðaði Hamas so frá, at eitt lík varð handað, og ísraelski herurin váttaði eisini, at ein kista við einum deyðum gísla er ávegus til ísraelsk herfólk í Gaza.

Sum liður í avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi fyri nærum tveimum mánaðum síðani, vórðu allir livandi gíslar, sum eftir vóru í Gaza, leyslatnir, og eisini eru líkini av nørum øllum deyðum gíslum útflýggjað.

Líkt er til, at Ísrael nú hevur fingið 47 av 48 gíslum, sum vóru eftir 20 livandi og 27 deyðar.

Afturfyri eru nærum 2.000 palestinskir fangar leyslatnir úr ísraelskum fongslum.

Báðir partar hava tó lagt hin undir at hava brotið vápnahvíldina, og Ísrael hevur eisini funnist at Hamas, tí tað tekur ov langa tíð at fáa gíslarnar heim.

Hamas sigur, at líkini hava verið torfør at finna undir húsaleivdum í Gaza, og hevur verið neyðugt við serligari útgerð fyri at fáa fatur á teimum.

Dagførd kl. 16.16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder