Tað hevur leingi verið eitt ynski um, at barnafamiljur kunnu fáa sín barsilspening útgoldnan áðrenn mánaðarskiftið, soleiðis at peningurin er á bók, tá rokningarnar skulu gjaldast seinast í mánaðinum, og soleiðis verður tað framyvir, upplýsir Umhvørvismálaráðið í morgun.
Higartil hevur tað ikki borið til, tí at KT-skipanin hjá barsilsgrunninum ikki var før fyri hesum, men nú farið er undir at menna eina nýggja KT-skipan til Barsilsgrunnin, er tað fyrsta ítøkiliga úrslitið, at útgjøld nú kunnu koma á bók áðrenn mánaðarskiftið.
– Tað er sera gleðiligt, at vit endiliga hava fingið loyst hendan trupulleikan. Eg rokni við, at tað eru nógvar barnafamiljur, sum gleðast um, at hetta nú ber til, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum sambært heimasíðuni hjá ráðnum.
Fyrsta útgjaldið verður væntandi á bók í morgin, 30. mai.
Umhvørvismálaráðið sigur tó, at gjaldið framyvir í einstøkum førum fellir eftir mánaðarskifti fyrstu ferð foreldur fáa útgjald úr barsilgrunninum. Men hetta verður undantakið, og øll eftirfylgjandi gjøld koma á bók áðrenn mánaðarskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald