Innanlands

Framyvir skal undirtøka vera í tingmanningini

Ein meiriluti av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum skal framyvir taka undir við, at ein limur í flokkinum leggur eitt uppskot fram, sigur formaðurin við Kringvarpið eftir fundin við forfólk í lokalfeløgunum í gjár

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-27 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framyvir krevst undirtøka frá einum meiriluta av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, um ein tinglimur úr flokkinum skal vera við til at leggja eitt uppskot fram.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum við Kringvarpið, eftir at floksleiðslan og forfólkini í lokalfeløgunum fundaðust um støðuna í flokkinum í gjár.

Tað hevur elvt til innanhýsis stríð í Sambandsflokkinum, at ein tinglimur fyri flokkin - Eyðdis Hartmann Niclasen - hevur verið við til at leggja uppskotið um broyting í fosturtøkulógini fram aftur.

Tvey valevni, sum stillaðu upp fyri flokkin á seinasta vali - Áron Sofus Vest og Edva Jacobsen - eru farin úr flokkinum, og fyrrverandi næstformaðurin og núverandi tingmaður fyri flokkin, Helgi Abrahamsen hevur eisini hótt við at fara úr flokkinum.

Helgi Abrahamsen er tó nøgdur við niðurstøðuna frá fundinum í gjár. Tað sigur hann við VP.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder