Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un vigar alt ov nógv, metir suðurkoreansk fregnartænasta, sum hevur greinað heilsuna hjá honum.
Sambært upplýsingunum, vórðu lagdar fram mikudagin av suðurkoreanska tjóðartingsliminum, Youn Kun-young, vigar Kim Jong-un 140 kilo. Almennar keldur úr Norðurkorea hava áður sagt, at Kim, sum er 42 ára gamal, er 171 centimetrar høgur, meðan aðrar keldur meta, at hann er millum 165 og 171 centimetrar høgur.
Er hædd hansara 171 centimetrar, og vigar hann 140 kilo, hevur hann eitt BMI á 48, og er hann harvið at meta sum alt ov tungur. Eisini er hann fastur roykjari.
Mett verður, at norðurkoreanski leiðarin er í stórum vanda fyri at fáa hjarta- og æðrasjúku, men eingi tekin eru um heilsutrupulleikar í løtuni, verður sagt.
Fylgt verður væl við heilsuni hjá Kim Jong-un, m.a. eftir at hann í 2020 hvarv úr almenna rúminum í 20 dagar og ikki møtti upp til eitt hátíðarhald í sambandi við føðingardagin hjá abba hansara, Kim Il-sung.
Søgur gingu tí um, at Kim Jong-un var álvarsliga sjúkur eftir at hava verið undir skurð, men hann kom síðani afturíaftur.
Bæði pápi núverandi leiðaranum, Kim Jong-il og abbin, Kim Il-sung royktu og vigaðu ov nógv og teir doyðu báðir av blóðtøppi í hjartanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald