Uttanlands

Freistin hjá Russlandi og Ukraina er í juni

USA vil hava ein enda á krígnum í Ukraina í seinasta lagi í summar, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2026-02-07 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur givið Ukraina og Russlandi freist til í juni at fáa ein enda á krígnum, sum byrjaði fyri skjótt fýra árum síðani.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sambært tíðindastovuni AP.

– Amerikanarar hava skotið upp, at partarnir hava endað kríggið áðrenn summarið byrjar, og fara teir helst at leggja trýst á partarnar, sigur hann.

– Og teir siga, at teir vilja hava alt avgreitt í juni. Og teir vilja gera alt fyri at fáa ein enda á krígnum. Og teir vilja hava eina greiða tíðarætlan.

Sambært ukrainska forsetanum hevur USA skotið upp at hava næsta umfarið av trípartasamráðingum millum Russland, Ukraina og USA í komandi viku á amerikanskari jørð. Tað verður helst í Miami, og ukrainar hava váttað teirra luttøku.

Trípartasamráðingar millum londini hava verið í Abu Dhabi, men tá kom einki ítøkiligt burturúr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder