2023-11-07 08:19
Í gjáramorgunin gjørdust fólkini í einum húsum í Havn varug við, at fremmandir skógvar og klæði vóru at síggja í gongini tá fólkini fóru av húsum.
Og inni í einum kamari funnu tey ein ókendan mann, sum lá og svav.
Fólkini í húsinum vaktu mannin fyri at fáa greiði á, hvat var hent. Ikki var gjørligt at samskifta við mannin, sum kvikliga slapp sær á dyr.
Fyri løgregluni hevur húskið greitt frá, at maðurin helst var útlendingur, sum í fyllskapi hevði leitað sær inn í ólæstu húsini at sova.
Viðkomandi gjørdi annars ongar ónáðir í húsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald