Innanlands

Fríða Ó. Poulsen vann bilin

Í sambandi við Føroyar móti krabba varð ein bilur burturlutaður einum hepnum vinnara – Tað gjørdist Fríða Ó. Poulsen úr Havn, og hon hevur nú verið eftir vinninginum

Frá vinstru: Pól Jákup Poulsen, stjóri, Fríða Ó. Poulsen og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum (Mynd: Krabbameinsfelagið)

Frá vinstru: Pól Jákup Poulsen, stjóri, Fríða Ó. Poulsen og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum (Mynd: Krabbameinsfelagið)

2021-04-09 10:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við innsavningartiltakinum Føroyar móti krabba 27. mars, varð ein bilur burturlutaður, og hepni vinnarin hevur nú fingið bilin.

Tað var Fríða Ó. Poulsen úr Havn, sum vann ein Peugeot E-208 elbil frá Autoservice.

Fríða var og avheintaði vinningin fyri páskir, boðar Krabbameinsfelagið frá.

Í sambandi við innsavningini hjá Krabbameinsfelagnum komu beint omanfyri seks mió. krónur inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder