Í gjár vardi Frida Poulsen ph.d.-ritgerð sína um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, og fekk ph.d.-heitið í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya
Verjan var væleydnað, og dómsnevndin mælti einmælt til, at Frida Poulsen fær ph.d.-heitið, skrivar setur.fo
Ph.d.-ritgerðin hjá Fridu Poulsen kallast "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði".
Í metingarnevndini sótu Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður), Stine Willum Adrian, lektari á Aalborg Universiteti og Tromsø Universiteti, og Vegar Moen, lektari á Stavanger Universiteti.
Høvuðsvegleiðari hevur verið Lotte Hedegaard-Sørensen, lektari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og Erika Anne Hayfield, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Kirsten Baltzer, lektari emerita, hava verið hjávegleiðarar.
Frida Poulsen hevur verið innskrivað á Námsvísindadeildini á Setrinum og á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse. Granskingarverkætlanin hevur m.a. verið stuðlað av Granskingarráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald