Mánadagin 25. september klokkan 13:00 fer Frida Poulsen at verja ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá.
Ritgerðin kallast "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði". Hendan ritgerðin hjá Fridu liggur alment frammi á Landsbókasavninum, og verjan verður almenn og á skandinaviskum máli.
- Í metingarnevndini sita Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður), Stine Willum Adrian, lektari á Aalborg Universiteti og Tromsø Universiteti, umframt Vegar Moen, lektari á Stavanger Universiteti.
Høvuðsvegleiðari hevur verið Lotte Hedegaard-Sørensen, lektari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og Erika Anne Hayfield, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Kirsten Baltzer, lektari emerita, hava verið hjávegleiðarar, skrivar setur.fo.
Meðan hon hevur skrivað, hevur Frida verið innskrivað á Námsvísindadeildini á Setrinum og Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse.
Verjan verður eisini stroymd her. Til ber at lesa føroyska samandráttin av ritgerðini niðast á setur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald