Uttanlands

Friðarheiðursløn Nobels til felagsskap ímóti kjarnorkuvápnum

Ársins friðarheiðursløn Nobels fer í ár til japanska felagsskapin “Nihon Hidankyo”, sum síðani nýtsluna av kjarnorkubumbunum í Japan, hevur arbeitt fyri at varpa ljós á avleiðingarnar av at brúka kjarnorkuvápn.

2024-10-11 10:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað mundi koma óvart á tey flestu, tá Nobel nevndin í morgun segði frá,  at hon hevur avgjørt at lata Nobel friðarheiðurslønina til japanskan felagsskap, hvørs limir eru yvirlivandi frá kjarnorkuálopunum í Hiroshima og Nagasaki í Japan í 1945.

Nevndin, sum avger, hvør skal hava friðarheiðurslønina, sigur m.a., at arbeiðið, sum tey yvirlivandi frá kjarnorkubumbunum, gera,  eigur at minna  okkum á avleiðingarnar, sum brúk av kjarnorkuvápnum, kunnu fáa fyri mannaættina ikki minst í dag, nú so mong hava ognað sær hesi oyðingarvápn.

Tey yvirlivandi frá kjarnorkubumbuálopunum í Japan hava líka síðani roynt at kunna heimin um teir ræðuleikarnar, sum brúkið av hesum vápnum hevði við sær og sum kann endurtaka seg, um ikki heimurin vendir brúki av kjarnorkuvápnum bakið. Hesi hava brúkt alt sítt lív til at ávara ímóti avleiðingunum av at brúka kjarnorkuvápn. 

Tað er greitt, at ein orøk til at varpa ljós á júst kjarnorkuvápnini, eru tær hóttanir, sum hava verið frammi í seinastuni um at brúka hesi vápn. M.a. hevur russiski forsetin Putin fleiri ferðir hótt við at brúka kjarnorkuvápn í krígnum í Ukraina. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder