Innanlands

Eirikur Jákupsson verður stjóri á KG

Toymið á nýggja hotellinum í Klaksvík er nú sett

Frá vinstru Eirikur Jákupsson, Brynjálvur Sigurðsson, Karla V. Joensen, Randi á Bergi, Erick Ibarra, Phil Freere, Bjørt Kristiansen og Athaya Yenjai  (Pönd)

Frá vinstru Eirikur Jákupsson, Brynjálvur Sigurðsson, Karla V. Joensen, Randi á Bergi, Erick Ibarra, Phil Freere, Bjørt Kristiansen og Athaya Yenjai (Pönd)

2026-05-15 18:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggja hotellið í Klaksvík, KG, tekur endaliga skap, og øll lyklastørv eru nú sett. Við einum sterkum og

fjølbroyttum toymi verður hotellið klárt at taka ímóti gestum miðskeiðis í juni.

Stjóri á hotellinum er Eirikur Jákupsson, sum saman við nýggja toyminum skal standa á odda fyri dagliga

rakstrinum og menningini av hotellinum.

Randi á Bergi er sett sum søluleiðari og skal arbeiða við sølu og at byggja góð sambond við kundar og

samstarvsfelagar, meðan Brynjálvur Sigurðsson fær ábyrgdina av tiltøkum á hotellinum.

Í móttøkuni verður Karla V. Joensen móttøkuleiðari og fær ábyrgdina av at tryggja góða tænastu og eina

góða uppliving hjá gestunum frá fyrstu løtu.

Matupplivingarnar verða ein týðandi partur av hotellinum. Erick Ibarra er settur sum høvuðskokkur og skal

saman við sínum toymi menna køkin á hotellinum. Athaya Yenjai (Pönd) stendur á odda fyri kalda køkinum.

Kafé- og barrøkið verður leitt av Phil Freere, sum skal menna eitt livandi og innbjóðandi umhvørvi.

Bjørt Kristiansen er spaleiðari og fær ábyrgdina av spa-økinum og vælverutilboðunum á hotellinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder