
Friðurin er við at valda aftur í høvuðsstaðnum eftir eina væl eydnaða ólavsøku.
Onkur veitsla var í gjárkvøldið, har løgreglan varð boðsend at fáa fólk at vera meira friðarlig. Annars hevur uppgávan hjá løgregluni hetta seinasta samdøgrið mest verið at avgreiða spurningar um mistar lutir og tílíkt um høgtíðina.
Orsaka av góða veðrinum, vóru óvanliga nógv fólk úti í býnum báðar ólavsøkunæturnar í ár, og tað er helst eisini orsøkin, at óvanliga nógvar uppringingar komu inn til løgregluna hesaferð.
Ein uppteljing vísir, at tað komu millum 165 til 200 uppkall til 112 og 114 í tíðarskeiðinum millum klokkan 11 um kvøldið og klokkan 7 um morgunin, báðar ólavsøkunæturnar, og hetta er nógv meira enn vanligt.
Av tí at øll ganga við telefonum nú, kemur tað fyri, at nógvar uppringingar koma inn um sama tilburð, vísir vaktleiðarin hjá løgregluni á.
Samanumtikið hendi bert ein harðskapstilburður um ólavsøkuna. Løgreglan arbeiðir víðari við tí málinum. Tey vita hvør illgerðarmaðurin er, men hava enn ikki sett seg í samband við viðkomandi og fingið hansara frágreiðing um hendingina. Helst endar hesin tilburður við einum rættarmáli.
Hinvegin er onki nýtt um tilburðin fríggjakvøldið undan ólavsøku, tá ein persónur varð stungin í lærið undir konsert á Tórsfest.
Løgreglan hevur heitt á fólk um at venda sær til teirra, um tey vita nakað um hendingina, men tey hava ongar fráboðanir fingið, og vónin um at uppklára henda tilburðin er við at fjara, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald