Innanlands

Friðarrørslan Føroyingar fyri friði er sett á stovn

20 fólk møttu til aðalfundin, sum var í MEGD-húsinum í Havn 5. oktober – Fimm fólk vórðu vald í nevndina, sum hevur skipað seg við Henrik Weihe Joensen sum forfólki

Føroyingar fyri friði hevur sítt grundarlag í teimum friðartiltøkum, ið eru fyriskipaði seinasta árið, m.a. friðargongu - Hendan myndin er frá friðargonguni 24. juli 2024 (Savnsmynd)

Føroyingar fyri friði hevur sítt grundarlag í teimum friðartiltøkum, ið eru fyriskipaði seinasta árið, m.a. friðargongu - Hendan myndin er frá friðargonguni 24. juli 2024 (Savnsmynd)

2025-10-08 09:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

5. oktober var stovnandi aðalfundur av áhugafelagnum Føroyingar fyri friði.

20 fólk møttu til aðalfundin, sum var í MEGD-húsinum í Havn. Aðalfundurin góðkendi uppskot til viðtøkur fyri friðarrørsluna, og eisini varð ein nevnd við fimm fólkum vald.

Aftaná aðalfundin, skipaði nývalda nevndin seg soleiðis:

  • Henrik Weihe Joensen, forfólk
  • Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk
  • Ólavur Weihe Joensen, skrivari
  • Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur
  • Petur Asano, nevndarlimur

Aðalfundurin valdi Kaysten Rasmussen til at vera grannskoðara hjá áhugafelagnum.

Í tíðindaskrivi skrivar forfólkið, at nevndin fer at hava sín fyrsta fund um mánaðarskiftið, og eru fólk vælkomin at tekna seg sum lim við at venda sær til forfólkið ella skrivaran við upplýsing um navn, bústað, telefonnummar og teldupostadressu.

– Vónandi verður tikið væl ímóti nýggju friðarrørsluni, sum í samstarvi við áhugapartar innanlands og uttanlands vil vera eitt konstruktivt friðarklípi, og harvið verja vanlig ósek fólk – børn, kvinnur og menn – sum altíð líða, tá kríggj og yvirgangur er.

– Føroyingar fyri friði hevur sítt grundarlag í teimum friðartiltøkum, ið eru fyriskipaði seinasta árið: Friðargonga, Friðarkonsert og Friðarráðstevna, og sum hevur til endamáls at virka fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond, støðugt at virka fyri vápnaavdubbing og at virka fyri øktum forstáilsi fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum og javnstøðu, umframt virka fyri diplomatiskum loysnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder