Innanlands

Fríðka um býarmyndina

Ung í arbeiði á Tvøroyri farið í gongd

Frá vinstru: Poul, Vár, Julia, Rakul, Eir og Olivur

Frá vinstru: Poul, Vár, Julia, Rakul, Eir og Olivur

2020-06-25 13:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Væl umtókta átakið “Ung í arbeiði” byrjaði hesa vikuna á Tvøroyri.

Í dag vóru nøkur av teimum ungu og arbeiddu í gamla kirkjugarðinum í Ørðavíkarlíð. Kirkjugarðurin hevur ikki verið nýttur síðan síðst í áttatiárunum, men áðrenn farið varð frá honum, vórðu uml. 1300 fólk grivin har síðan hann varð tikin í brúk. Hann trongdi til eina kerliga hond og tí var tað kærkomið við hjálp frá ungdóminum, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Tey ungu sláa millum annað gras, ríva saman og koyra grasið burtur. Tey vóru øll glað fyri møguleikan at forvinna sær nøkur oyru, nú summarferia er. Flestu teirra høvdu ivaleyst ætlað sær at nýtt peningin til eina uttanlandsferð, men núverandi støðan í heiminum ger, at tey flestu setast aftur og vera verandi í Føroyum.

Hóast tey bara hava verið í arbeiði í 3 dagar, so hava tey roynt mangt og hvat. Olivur hevur verið við í einum av lastbilunum hjá kommununi og tømt kommunalu ruskspannirnar, Julia og Rakul hava hjálpt til hjá Tvøroyrar Havn, har tær hava ruddað havnarlagnum og í mølini og Vár og Eir hava roynt at mála í Tvøroyrar Skúla. Næst á skránni er m.a. at mála brúgvarnar um Ósan, ið trongja harðliga til at verða málaðar.

Arbeiðsleiðari hjá teimum er Jack Petersen. Spurd inn til, hvat teimum dámdu arbeiðsleiðaran, svaraðu tey í kór - “kongur”, so Jack er væl dámdur millum tey ungu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder