Tað var ikki eiti á sjón í morgun, tá ið Dannebrog legði at, og alt krúnprinshúskið kom í land í føroyskum klæðum. Børnini høvdu fingið nýggj føroysk klæðir, sum fýra kommunur og Føroya Løgting og Landsstýri høvdu latið.
Men onkur stúrsaði tó við, tí troyggjan hjá Fríðriki krúnprinsi var alt, alt ov stór.
Hansara kongliga hátign Fríðrikur krúnprinsur í alt ov stóru troyggjuni í morgun
Tað gekk tó ikki leingi, inntil onkur forbarmaði seg yvir krúnprinsin.
Tá ið galladøgurðin í Norðurlandahúsinum byrjaði í kvøld, kom Fríðrikur krúnprinsur í nýggjari troyggju, sum Mirjam Carlsen hevur gjørt, og sum Majbritt Marinardóttir Jakobsen átti.
Krúnprinsurin sá út sum ein nýggjur maður, tá ið hann kom til galladøgurðan í nýggju troyggjuni, sum Mirjam Carlsen hevur gjørt og Majbritt Marinardóttir Jakobsen átti (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald