Mentan

Fríðunn vann norðurlendska skrivikapping

15 ára gamla Fríðunn var ein av trimum sum vann kappingina, har evnið var hav og umhvørvi

Mynd: VP.fo

Mynd: VP.fo

2018-10-19 12:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

15 ára gamla Fríðunn Bolstad Mortensen var ein av trimum vinnarum í skrivikapping, sum sendinevndin hjá norska stórtinginum í Norðurlandaráðnum og Foreningen Norden skipa fyri.

Næmingar runt øll norðurlond luttóku í skrivikappingini, har evnið var hav og umhvørvi.

Ein dómsnevnd valdi í vikuni tríggjar vinnarar, sum øll vísa málsligt talent og áhuga í umhvørvi.

Soleiðis sigur dómsnevndin um vinnandi íkastið hjá Fríðunn:

- “Ein skaldborin tekstur, sum nýtur yrking og søguligar linjur, tekur fram stoltleika yvir egna nátur, og brúkar lokal dømi frá heimstaði rithøvundans í Føroyum. Rithøvundurin vísir væl samanhangin millum búskaparliga og umhvørvisliga burðardygd, og hvussu dálking í havinum ávirkar tilfeingi okkara. Rithøvundurin mælir til eina ítøkiliga gongd; frá festival sum ráð til tørvin á meiri norðurlendskum samstarvi”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder