Innanlands

Fríggjadagin ber til at søkja um jólahjálp frá SMS

Tilsamans verða latin hundrað SMS gávukort á 1.000 krónur – Jólahjálpin, ið verður send út í viku 50, er serliga ætlað støkum uppihaldarum við børnum, tó kunnu pør við børnum eisini søkja

Mynd: SMS

Mynd: SMS

2020-11-25 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nógv ár hevur SMS latið familjum við fíggjarligum avbjóðingum jólahjálp, og so verður eisini í ár.

Endamálið við Jólahjálpini er at lætta um og geva børnum møguleika at fáa eini góð og hugnalig jól saman við sínum kæru. Jólahjálpin frá SMS er serliga ætlað støkum uppihaldarum við børnum. Tó kunnu pør við børnum eisini søkja. Tilsamans verða latin hundrað SMS-gávukort upp á 1.000 kr.

Til ber at søkja um Jólahjálp frá SMS frá fríggjadegnum 27. november til fríggjadagin 4. desember. Til ber at søkja inni á heimasíðuni hjá SMS, sms.fo.

Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði, og søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jólahjálpin latin teimum familjum, sum hava størstu avbjóðingarnar fíggjarliga. Sambært SMS verður Jólahjálpin send út í viku 50.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder