Innanlands

Frítíðarskúlin á Svangaskarði fær eina stovu afturat

Ein stova hevur staðið óinnrættað. Í gjár varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og KBH

Helgi Johannesen, stjóri í KBH, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

Helgi Johannesen, stjóri í KBH, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

2023-12-21 21:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og KBH, sum skal innrætta eina stovu afturat í nýggja Frítíðarskúlanum á Svangaskarði.

Nýggi Frítíðarskúlin, sum varð tikin í nýtslu á sumri í 2022, hevur havt eina óinrættaða stovu standandi tøka. Ætlanin hevur verið at innrætta, tá ið brúk varð fyri hesum, og komandi summar verður tørvur at hava eina stovu afturat.

Tað var í hesum sambandi, at býráðið á fundi 27. november 2023 samtykti at fremja hesa ætlan. Byggiarbeiðið varð boðið út, meðan HVS og EL arbeiðstøkurnar blivu bodnar til somu fyritøkur, ið frammanundan hava gjørt hesi arbeiði í bygninginum. Hesar eru ávikavist Blikksmiðjan og HD elektric.

Fuglark projekteraði og hevur eisini eftirlitið við arbeiðnum, sum verður liðugt fyri summarfrítíðina í 2024.

[object Object]
Helgi Johannesen, stjóri í KBH, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

[object Object]Nes kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder