Í morgun, 8. desember frættist, at mæti listamaðurin Frits Johannesen í Fuglafirði, andaðist eftir at vera raktur av herviligari krabbasjúku.
Við Frits hevur Fuglafjørður mist ein at sínum mætu synum. Ein mentamaður, ið sanniliga hevur sett spor eftir seg og hevur sett við.
Frits Johannesen gjørdist 79 ára gamal, sonur skiparan Theodor Johannesen, ættaður úr Toftum í Fuglafirði og Jóhannu Andreu Anthoniussen, kallað Hanna, úr Ansastovu í Oyndarfirði.
Frits tók læraraprógv í 1967, og lívsverk hansara var at vera virdur og vældámdur lærari í heimbygdini, Fuglafirði. Her setti hann sín dám á skúlalívið, serliga tá tað kemur til tað musiska.
Sangari var hann góður. Trúfastur forsangari var hann í kirkjuni, har hann av loftinum við síni reinu og treystu rødd einsamallur megnaði at fylla alt rúmi. Og í skúlanum dugdi hann so sera væl at deila sín eldhuga fyri sangi við børnunum. Hann virkaði bæði sum spælari í Fuglafjarðar hornorkestri, og ikki minst sum leiðari í bæði Fuglafjarðar Sangkóri, og ikki minst Fuglafjarðar Gentukóri, sum hugtók áhoyrarar kring alt landið og uttanlands við sínum vakra sangi.
Frits hevði ríkar gávur innan list av ymsum slag. Tað lá væl fyri at yrkja, bæði til gamans og álvara, og sjálvur setti hann eisini løg til fleiri av egnu yrkingunum, sum kór hansara sungu.
Men tað er málningalistin, sum hann nokk verður mest mintur fyri. Við sínum litføgru og hugfarsligu myndum hevur hann bergtikið eina alsamt vaksandi fjøld av fólkum.
Tá Frits hin 22. mai fylti 75 ár gav forlagið Sprotin út umfatandi bók við myndlistini hjá Frits har Frits sjávur eisini fekk høvi at hugleiða um sítt lív og sína list í stuttum tekstbrotum.
Frits var giftur Aleksandru, og saman fingu tey synirnar Theodor Erling og Jóhan.
Í 2017 fekk Frits Johannesen Heiðursgávu Landssins. Vit lýsa hervið frið yvir minnið um Frits Johannesen við at taka afturí grundgevingina fyri at geva honum heiðursgávuna.
---
Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið.
Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndlist, tvinnaði Frits skjótt tað pedagogiska við tað kreativa. Støðið varð lagt, og børnini gleddu seg at fara í skúla.
Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu. Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt treingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á. Hann er ríkt gávaður, og tað heldur hann ikki fyri seg sjálvan, men ber tað ósjálvsøkið og gleðiliga víðari. Víðari til skúlabørnini. Víðari til ungdómin, bygdarfólkini og nærumhvørvið við framførslum, framsýningum og listaligum prýði. Og soleiðis eisini víðari til alt Føroya fólk.
Frits lærdi næmingarnar at syngja og spæla ymisk ljóðføri, tekna og mála, yrkja og skriva. Umframt hetta hevur hann sjálvur skrivað seks sangleikir, sum hava verið framførdir í Fuglafjarðar skúla.
Sum kórleiðari var Frits primus motor hjá Fuglafjarðar gentukóri, ið byrjaði at syngja í 1980. Tá ið hann legði dirigentstavin frá sær í 2001, var talan um eitt serliga gott kór, sum hevði gjørt tilsamans 12 konsertferðir í Norðurlondum og Týsklandi. Kórið hevur ein serligan lokalan stíl við uppruna í føroyskum løgum. Hóast mong ár eru gingin, liva upptøkurnar enn sum ein delikatessa úr Fuglafirði við sínum runda og milda klangi.
Fjøllistamaðurin og eldsálin Frits Johannesen hevur altíð verið til reiðar at lyfta, stuðla, eggja og skapa. Hetta hevur verið og er mergurin í øllum lista- og mentanarlívi bæði í nærumhvørvinum og í landinum sum heild.
Fyri hetta avrikið fær Frits Johannesen Heiðursgávu Landsins 2017.
---
Herundir nakrar myndir úr savninum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald