Innanlands

Frítt Val vann Pigeprisen 2024

Hendan virðislønin er til tykkum, sum hava tikið abort í Føroyum, sigur Frítt Val

Umboð fyri nevndina í Fríum vali, Barbara Gaardlykke Apol, Annika Klæmintsdóttir Olsen, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban og Sigrið Mohr Leivsdóttir (Mynd: Emil Basse)

Umboð fyri nevndina í Fríum vali, Barbara Gaardlykke Apol, Annika Klæmintsdóttir Olsen, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban og Sigrið Mohr Leivsdóttir (Mynd: Emil Basse)

2024-11-14 21:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagsskapurin Frítt Val vann í kvøld sonevnda Pigeprisen 2024 hjá PlanBørnefonden.

Frítt Val arbeiðir fyri abortrættindum í Føroyum, og seinasta mánaðin hevur tað borið til at atkvøtt.

- Vit hava nærum ikki orð at lýsa okkara takksemi fyri stuðul tykkara, og aftaná at lógaruppskotið fall, hava vit nú aftur fingið orku, íblástur og ágrýtni at halda fram við arbeiði okkara fyri at geva føroysku kvinnuni atgongd til trygga abort, sigur felgasskapurin í kvøld.

- Hendan virðislønin er til tykkum, sum hava tikið abort í Føroyum. Tykkum, sum hava verið noydd at ferðast av landinum. Til tykkum, sum hava verið noydd at gevast at berjast, tí tit fingu eitt nei frá skipanini. Hendan virðislønin er til tykkum, og hon vísir, at vit ikki berjast einsamøll. Vit halda áfram at berjast, til vit koma á mál, siga tey.

Um tilnevningina bleiv sent soleiðis:

– Felagsskapurin Frítt Val er tilnevndur til Pigeprisen 2024 fyri at varpa ljós á vantandi abortrættindi í Føroyum og teirra arbeiði við at broyta abortlógina, so at kvinnan eigir valið. Síðani 2018 hevur Frítt Val birt undir kjakið um abort, sum hevur givið fleiri gentum og kvinnum møguleikan at standa fram, og fortelja teirra søgu, um tær avleiðingar tær uppliva í eini óynsktari viðgongu, tá lógin foðrar teimum at taka abort.

Heiðurslønin er 20.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder