Mentan

Fróði Hansen uttandurakonsert

Fyrsta uttandurakonsertin í ár verður í Perlutorginum fríggjakvøldið

2020-06-03 18:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sum nakað heilt óvanligt fyri hesar koronatíðir, verður fríggjakvøldið møguleiki at uppliva eina vanliga uttandura konsert.

Tað er mantanafryriskiparin Tórsgøta, sum skipar fyri konsert við Fróða Hansen í Perlutúninum uttan fyri Perluna og Reinsaríið í Tórsgøtu.

Í tíðindaskrivi staðfestir fyriskiparin, at korona nú endiliga hevur ”...veittrað Føroyum farvæl” og tí er møguligt at bjóða til fyrstu útikonsertina í ár.

Fróði Hansen er ein produktivan harra, sum hevur fleiri útgávur á baki. Og var tað ikki fyri korona, so hevði Fróði ikki verið í Føroyum nú, men á konsertferð í Russlandi.

Konsertin verður fríggjakvøldið klokkan 21 og atgongumerki kunnu keypast á netinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder