Á fíggjarlógini fyri komandi ár verður Setrið styrkt munandi og fær 9,4 milliónir afturat. Tað er ein hækking á útvið 10%.
Hetta er ein endurspegling av teirri sannroynd, at Setrið støðugt fær fleiri lesandi, umframt at landsstýrið framvegis ynskir at tryggja føroyskan fólkavøkstur til dømis við fleiri og meiri fjøltáttaðum útbúgvingum.
Nakað av rumbli hevur verið um fíggingina á Setrinum, men við hesi hækking ynskir landsstýriskvinnan í Mentamálum at fáa trygg og støðug viðurskifti fyri bæði lesandi og starvsfólk.
- Seinastu tíðina er fíggjarstøðan á Setrinum greinað í einum góðum samstarvi millum Mentamálaráðið og Setrið, ávísar umskipanir av mannagongdum eru gjørdar og eisini hetta skuldi verið við til at beint burtur tað fíggjarliga órógvið, sum av og á hevur verið, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Samstundis, sum játtanin hækkar, hevur Rigmor Dam sett fram ynski um, at eitt fólk skal setast á Setrinum, sum burturav skal arbeiða við at fáa í lag samstarv og fígging.
- At universitet samstarva og útvega sær fígging frá viðkomandi aktørum er púra vanlig mannagongd aðrastaðni, men tað hevur haltað nakað í Føroyum. Tað er spell, tí bæði fígging og spennandi møguleikar kunnu finnast á henda hátt.
- Men um Setrið fær tað at bera til, samstundis, sum vit nú eisini veita fíggjarligan styrk, fáa vit tryggjað bæði framgongd og ró. Tað er neyðugt, tí Setrið er ein av høvuðsorsøkunum til, at støðugt fleiri av okkara ungu velja Føroyar heldur enn útheimin, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Í august komandi ár byrja tey fyrstu lesandi á nýggju diplomútbúgvingini í Listarligum arbeiði, og lesandi verða eisini komandi ár tikin upp til búskaparfrøði.
Samlaða játtanin til Setrið kemur komandi ár upp á 106,7 milliónir kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald