2020-04-09 15:24
Í kvøld klokkan 21 verður møguleiki at uppliva vøkru, intimu tónarnar hjá Frostfelt, hvørs konsert í Reinsarínum í Tórsgøtu kann upplivast á netinum live.
Vanliga er Frostfelt ein einmansherður við Líggjas Olsen í front, men á konsertini í kvøld verður Líggjas umringaður av nógvum góðum fólki. Hann hevur fingið Per Ingvald, Torleik Mortensen og Bartal Augustinusen við sær, so hetta verður akkurát sum ordiligt.
Frostfelt hevur tvær útgávur á baki, “I Have A Tv Set” frá 2011 og ”Youniverse” frá 2016, umframt nøkur stakløg, sum eru útgivin seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald