Innanlands

Frú Biden skumpaði mótmæliskvinnu burtur

Kona Joe Biden, Jill Biden, verður fagnað fyri at leggja seg ímillum

(Mynd: Washington Post)

(Mynd: Washington Post)

2020-03-04 13:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndir av konuni hjá Joe Biden, sum skumpar eitt mótmælisfólk burtur frá manni sínum, verða dúgliga deildar á sosialu miðlunum í dag.

Jill Biden er skúlalærari og professari, og møguliga komandi first lady í USA.

Men í nátt kom hon í miðdepilin sum kvikur trygdarverji, tá mótmælisfólk lupu upp á pallin í Los Angeles, har maður hennara helt sína sigursrøðu í sambandi við undanvalini í gjár.

Jill Biden stillaði seg djarvt ímillum mótmæliskvinnuna og Joe Biden, og skumpaði hana burtur frá forsetavalevninum við at taka um skøvningarnar á ungu kvinnuni.

Tvær kvinnur lupu upp á pallin. Meðan tann fyrra varð tikin burtur av pallinum leyp tann næsta um eina girðing og upp á pallin. Og tað var tá, at Jill Biden í fyrsta umfari helt mótmæliskvinnuni burtur frá manninum.

Stutt eftir kom ráðgevin hjá Biden, Symone D. Sanders, rennandi, tók um miðjuna á mótmæliskvinnuni og togaði hana burtur frá pallinum.

Evnið, sum mótmælisfólkini stríddust ímóti, var brúk av kúgvamjólk – eitt evni, sum Biden hvørkið hevur talað fyri ella ímóti.

Forsetavalevni í USA fáa vanliga verju frá Secret Service, men tað er ikki galdandi fyrr enn tey alment eru útnevnd fyri valevni hjá einum av flokkunum.

Tey nógvu valevnini, sum nú royna at gerast forsetavalevni fáa sostatt ikki verju frá myndugleikunum, og tí er møguligt hjá øllum borgarum og miðlafólkum at koma heilt tætt at teimum meðan undanvalstríðið fer fram.

Undir valstríðnum í New Hampshire í februar, var Joe Biden avbrotin av einum manni, sum nærkaðist talarastólinum, og tá var tað eisini konan Jill, sum syrgdi fyri, at maðurin varð beindur burtur.

Joe Biden gjørdist stóri sigursharrin á undanvalunum á super týsdegnum í gjár. Hann stríðist framvegis móti Bernie Sanders, teir liggja ájavnir í atkvøðum og valfólkum.

Les eisini: Joe Biden gjørdist sigursharrin á Super Tuesday 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder